Vatnsoyrar er yngsta bygd í landinum. Fyrstu niðursetufólkini settu búgv í Vatnsoyrum í 1921.
Vatnsoyrar er eisini á annan hátt øðrvísi enn aðrar bygdir í Føroyum. Hon er einasta føroyska bygdin, haðani sjógvur ikki sæst.
Hóast bygdin er ung, er hon kortini søgurík. Tað kemst í stóran mun av tí høga fólkatalinum, sum var í Vatnsoyrum undir seinna heimsbardaga, tá bretskir hermenn høvdu støð her.
Frá teirri tíðini standa enn einstøk minni, sum verd eru at vitja og frætta um. Fróðarfólk eru í bygdini, sum duga væl at greiða frá. Eisini knýta ymsar sagnir seg at staðnum.
Í Vatnsoyrum er stórt snikkaravirki, eins og Brøðrasamkoman hevur stórt og virkið leguhús í bygdini. Handil og ferðavinna eru í Vatnsoyrum, men størri parturin av fólkinum arbeiðir aðrastaðni.
Næsti granni hjá Vatnsoyrum er flogvøllurin.
Áhugaverd støð:
Leivdirnar frá seinna veraldarbardaga
Flúgvarabedingin og stóra kaminan
Sálarbótsá
Biskupsheyggjur
Vatnsoyrar er tann minsta av teimum trimum bygdunum í Vága kommunu.
